Daniel Defoe
Appearance
Daniel Defoe (føddur 1660 í London sum Daniel Foe, deyður 26. apríl 1731 í London) var ein enskur rithøvundur, ið var mest kendur fyri skaldsøguna Robinson Crusoe um tann unga sjómannin Robinson, ið strandaði á einari oydnari oyggj men megnaði at yvirliva til hann slapp av oynni aftur. Defoe var virkin politiskt og luttók í Monmouth uppreistinum móti kongi James 2. av Onglandi. Tað førdi til, at hann noyddist at liva í eksil í trý ár, áðrenn hann kundi venda heim aftur til Onglands.