Jump to content

Sýra

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Ein sýra er eitt mýl ella ein jon, sum kann avgeva eina hydron (H+). Innan fyri sýru/lút-evnafrøði samsvara bæði protonir og hydrogenjonir við H+. Ein sýra hevur eitt pH virði sum er minni enn 7.

Samanseting Navn pKS-virði (25 °C) KS-virði (25 °C)
saltsýra HCl -7 1,0 · 107 M
svávulsýra H2SO4 -3 1,0 · 103 M
salpetursýra HNO3 -1,3 20 M
kolsýra H2CO3 3,6 2,5 · 10-4 M
fosforsýra H3PO4 2,12 7,59 · 10-3 M
edikssýra CH3COOH 4,76 1,74 · 10-5 M

Korresponderandi sýru/lútupar

[rætta | rætta wikitekst]

Um ein tilvildarlig sýra, S, verður blanda saman við vatn, vil fylgjandi líkavekt innstilla seg:

Sýran S og lúturin B kallast korresponderandi sýru/lútupar. Um vit seta líkavekstlógina upp fyri reaktiónina, fáa vit:

Konstanturin KS kallast styrkiskonstanturin fyri sýruna. Tá KS hevur eitt høgt virði, hevur teljarin á brøkinum eisini eitt høgt virði, sum merkir at sýran fegin vil afgeva sína proton. Tá KS hevur eitt lágt virði, hevur nevnarin á brøkinum eitt høgt virði, sum merkir at sýran ikki vil afgeva sína proton. Sterkar sýrur hava tískil høgt KS-virði, og veikar sýrur hava lágt KS-virði.

Umframt styrkiskonstanin hjá sýrum, verður eisini tosa um ein styrkiseksponent. Styrkiseksponenturin hjá sýrum, pKS, verður defineraður sum minus logaritmuna til styrkiskonstantin hjá sýruni.

pKS = -logKS

Ein sterk sýra hevur eitt lágt pKS-virði, og ein veik sýra hevur eitt høgt pKS-virði. Styrkiskonstanurin og styrkisekponenturin fyri lútum definera vit KB og pKB.

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið