Jump to content

Wikipedia:Keldur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Tað ið verður skrivað á Wikipedia skal ikki verða avritað beinleiðis av síðum, ið eru undir copyright, tvs. eru vardar av lóg um upphavsrætt. Tó kann ein høvundur saktans endurgeva innihald av síðum, um tað verður umformulerað og ikki skrivað av. Ein og hvør síða á Wikipedia eigur at hava kelduávísingar. Keldurnar kunnu t.d. vera tey føroysku bløðini ella internetmiðlar ella søgubøkur o.a. Keldur skulu setast inn í <ref></ref> sum tú finnur undir hvørjari síðu undir "Wikikotur", trýst á kotuna, so kemur hon inn á síðuna, avrita síðani url'in ið tú vilt nýta sum keldu og set hann inn millum teknini >< . Um so er, at url'urin (internetadressan) er sera langur, so kanst tú velja at seta kantutar klombrur [] ímillum bæði ref teknini >< og síðan gera eitt millumrúm og so skriva navnið á portalinum, t.d. in.fo, tað kann t.d. síggja soleiðis út:

Norðlýsið er eitt blað og internetportalur úr Norðoyggjum. Fyrsta blaðið kom út hin 16. apríl 1915. <ref>[https://www.in.fo/news-detail/news/solin-skinur-a-nordlysid/ in.fo]</ref>

Síðan kemur eitt tal at standa har ið tú hevur innsett kelduna, og niðast á síðuni undir yvirskriftini Keldur kemur at standa sjálv keldan, í hesum førinum bara in.fo saman við talinum (keldunummar).

Tað ber til at siga um keldur á Wikipedia, at vit sleppa at avrita alt tilfar, sum er givið út undir GNU Free Documentation License. Vit skulu bara geva navnið á kelduni. Finnur tú spennandi tilfar, sum er givið út undir GNU FDL, so ert tú vælkomin at leggja tað afturat listanum niðanfyri.

Fyri alt annað tilfar geldur, at uttan so um tað stendur, at tilfarið kann nýtast til tað, ein hevur hug til, so skulu vit hava loyvi til at geva út tilfarið undir GNU Free Documentation License, áðrenn vit sleppa at avrita tað.

Finnur tú spennandi tilfar, sum tú meinar, Wikipedia væl kundi brúkt, men sum ikki er frítt ella givið út undir GNU FDL, send so teimum, sum standa fyri hesum tilfari, eina umbøn um at fáa loyvi at avrita tilfarið. Nógvir vevstjórar og tílíkir eru fegnir um, at onnur hava áhuga fyri tí, sum teir gera, og geva fegnir loyvi, um at tilfarið kann verða givið út á Wikipedia. Hevur tú fingið svar á eina umbøn, um tú so hevur fingið loyvi ella ikki, so skoyt hana uppí listan niðanfyri.

Dømi um Telduræv við umbøn um loyvi at avrita

[rætta wikitekst]

Til høvund

Eg eri samhøvundur á Wikipedia (https://fo.wikipedia.org), hin frælsa alfrøðin. Eg havi varnast tína mynd/tína grein/o.s.fr. á URL, og eg haldi, at hon hevði hóskað væl til Wikipedia.

Vegna Wikipedia vil eg tí spyrja, um vit sleppa at brúka omanfyristandandi tilfar á Wikipedia. Fyri at vit kunna brúka tilfarið, er tað neyðugt, at tilfarið er frítt at brúka fyri øll ella verður útgivið undir GNU FDL (GNU Free Documentation License). Ynskir tú tað, so upplýsa vit teg sjálvandi sum keldu til upprunaliga tilfarið.

Fyri at síggja í staklutum um GNU FDL, so sí vinarliga greinina á Wikipedia (https://en.wikipedia.org/wiki/GNU_Free_Documentation_License). Í stuttum tryggjar GNU FDL, at øll hava rætt til at avrita og broyta tilfarið, og at alt tilfar, sum er givið út undir GNU FDL, verður verandi undir GNU FDL, eisini um tað verður broytt, víðkað ella selt.

Frammanundan takk Títt navn

Hesar síður hava vit loyvi at avrita frá

[rætta wikitekst]

Hesar síður hava vit loyvi at avrita frá við keldufrásøgn

[rætta wikitekst]

(Tekstir givnir út undir GNU FDL hoyra til hendan bólk)

Arne List 16. jun 2006 kl. 16:41 (UTC)[reply]

Hesar síður hava vit ikki loyvi at avrita frá

[rætta wikitekst]

Hesar síður hava vit sett okkum í samband við, men hava enn ikki fingið svar

[rætta wikitekst]