Jump to content

Odessa

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Standmynd av Katarinu tí Stóru er nógv vitja av ferðandi, sum vitja Odesa.

Odesa (ukrainskt: Одеса, russiskt: Оде́сса) er triðstørsti býur í Ukraina. Í 2011 var fólkatalið 1.006.242. Fyrst í 20. øld var býurin tann størsti í Ukraina og í New Russia landslutinum. Odesa er ein stórur havnabýur, sum liggur á norðurstrondini við Svartahavið og ein fyrisitingarligur miðdepil í Odesa Oblast. Býurin er eisini ein mentanarmiðdepil við íbúgvum, sum eru av fjøltáttaðum uppruna. Í 19. øld var Odesa fjórðstørsti býur í Russiska Keisararíkinum næst eftir Moskva, Sankta Pætursborg og Warszawa.

Umleið 550 á.Kr. varð ein búseting í Odesa av grikkum. Fornaldarleivdir váttað at tað er samband millum Eysturmiðalhavið og Odesa. Í miðøld var Odesa undir ymiskum stýrum, t.d. var býurin stýrdur av nomadum, petshenegum (turkiskt fólkaslag) og Osmanniska Ríkinum.

Fyrsta havnin í Odesa varð bygd í 1794.

Ítróttur

[rætta | rætta wikitekst]

Fótbóltur er best umtókti ítrótturin í Odesa. Tað størsta fótbóltsfelagið har eitur FC Chornomorets Odesa, tey spæla í bestu fótbóltsdeildini í Ukraina.


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið