Jump to content

Mars (gongustjørna)

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Mars (planet))
Mars.

Mars (symbol: ♂) er gongustjørna næst jørðini. Mars er turr og lítil gongustjørna. Ýtan er reyð og grýtut. Hon hevur íspólar og tunt lofthav. Hitin er millum 5 °C og 125 °C. Har er ofta óveður. Hitastigini á Mars eru -63 °C. Fjarstøðan hjá Mars frá sólini er 228 milliónir kilometrar. Tvørmátið á Mars er 6779 kilometrar.

Eins og Jørðin er Mars eyðkend av fjallalendi. Flatan á Mars er turr og klødd við rustreyðum støvi, sum kallast jernoxid. Harav navnið, "Tann Reyða Gongustjørnan". Tyngdarkraftin á Mars er 38% av henni á Jørðini. Lofthavið á Mars er í høvuðsheitum úr kuldioxid. Tað er tunt og verjir ikki gongustjørnina móti ultraviolettum ljósi frá sólini, eins og Jørðin ger.[1]

Mars hevur tveir mánaðar, Phobos og Deimos.

  • Diametur í mun til Jørðina: 0,53
  • Massi í mun til Jørðina): 0,11
  • Rúmd í mun til Jørðina: 0,15
  • Massafylla í mun til vatn: 3,93.
  • Tyngdarakseleratión í mun til Jørðina: 0,38
  • Mánar: 2, teir eita Deimos og Fobos
  • Miðal-temperaturur: - 63 °C
  • max støddarflokking: - 2,8

Lív á Mars

[rætta | rætta wikitekst]

Í 1996 kunngjørdi NASA, at vísindamenn høvdu funnið farveg eftir einføldum verðum, sum høvdu livað á Mars fyri mió. árum síðan. Hetta vóru ørsmá samansett mynstur - møguliga steinrunnar leivdir av verum í lítlum petti av steini av Mars, funnin á Suðurkolli í 1984. Vísindamenn søgdu, at steinurin helst var slongdur burtur av gongustjørnini, tá ið ein stjørnusteinur datt niður á Mars fyri 15 mió. árum síðan. Enn er hetta ikki prógvað.

Í 1997 gjørdi NASA eina roynd at fáa meira at vita um næstu grannastjørnu okkara. Í juli setti Pathfinder seg á Mars, og bilurin Sojourner koyrdi út úr sonduni at gera fyrstu jarðfrøði- og dustkanningarnar av reyðu gongustjørnuni. Í september fór Mars Global Surveyor eina ferð, sum vardi í tvey ár, at kortleggja gongustjørnuna, til tess at vita, hvar rúmdarfør kunnu seta seg í komandi tíðum.

Í 2015 funnu stjørnufrøðingar leivdir eftir flótandi vatni á flatuni á Mars, og í 2018 funnu granskarir lívrunnin mýl, ið kunnu vera leivdir eftir útdeyðum lívi. Umframt hetta, avdúkaðu radaramátingar á einum rúmdarkanningartóli herfyri eina tjúgu kilometra langa undirjørðiska á, 1,5 kilometrar undir syðru ískápuni á Mars. Vatnið í undirjørðisku ánnið er ivaleyst sera salt og flatan á Mars er fyri vandamiklari stráling. Stjørnufrøðingar trúgva tó, at smáverulívfrøðiligt lív møguliga kann finnast her.

 v  k  r Sólskipanin
SólinMerkurVenusMáninJørðinMarsJupiterSaturnUranusNeptunPluto
Sólin · Merkur · Venus · Jørðin (Mánin) · Mars · Jupiter · Saturn · Uranus · Neptun · Pluto
Gongustjørnur · Dvørgastjørnur · Mánar: Europa
Sí eisini Stjørnufrøði
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
  1. https://illvid.dk/universet/solsystemet/mars/mars-den-roede-planet