Jump to content

Keflavík

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Keflavík sæð ovan í frá.

Keflavík er ein íslenskur býur í kommununi Reykjanesbær. Íbúgvar eru um 13.000.

Keflavík er mest kent fyri herstøðina sum amerikanarir bygdu undir øðrum veraldarbardaga og blomstrandi tónleikalív í seinnu helvt av 20. øld. Íslenski atjóða flogvøllurin er eisini at finna í Keflavík.

Býurin fekk navn sítt frá eini vík, við sama navni, sum liggur tætt við.

Sambært bókini Landnáma, sum er elsta kelda um landnám í Íslandi, verður sagt at fyrsti íbúgvi á Reykjanesi, og harvið Keflavík, var Steinunn Gamla, landnámskona. Hetta er at finna í ritum frá umleið 1270.

Í 15. øld var tað nógv um at englendingar fiskaðu í økinum, og hava teir sjálvsagt komið á land í Keflavík. Í 1579 gav Danakongur tað fyrsta handilsloyvið, tá til nakrar týskarar, sum nú kundu handla í Keflavík. Í 1602 byrjaði so tann danski einahandilin. Keflavík fekk sokallað keypstaðar rættindi tann 22. mars 1949.

Seinni veraldarbardagi hevði við sær, at Keflavík vaks skjótt og væl. Kom hetta av nýggjum starvsmøguleikum, bæði á herstøðini og altjóða flogvøllinum.[1]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
  1. https://www.reykjanesbaer.is/