Bárður á Steig Nielsen
Bárður á Steig Nielsen | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 16. apr 1972 í/á Vestmanna |
Starv | vinnulívsfólk, politikari |
Politiskur flokkur | Sambandsflokkurin |
Dátuheiti | |
Commons | Bárður Nielsen |
Bárður á Steig Nielsen (føddur 16. apríl 1972 í Vestmanna) er vinnulívsmaður og politikari fyri Sambandsflokkin. Síðan 24. oktober 2015 hevur hann verið formaður Sambandsfloksins. Hann var Føroya løgmaður frá 2019 til 2022.
Hann var fyrstu ferð valdur á ting í 2002, tá hann kom inn á ting fyri Sambandsflokkin, valdur í Norðurstreymoyar valdømi. Hann var afturvaldur í løgtingsetuna 2004-2008, og var landsstýrismaður í fíggjarmálum frá 2004 til 2007, tá hann fór frá, tí hann gjørdist stjóri fyri einari stórari verkætlan sum nevndist Stóratjørn. Orsakað av alheimsfíggjarkreppuni ið gjørdist veruleiki árið eftir, bleiv verkætlanin tó ikki til nakað. Hann stillaði ikki upp til løgtingsvalið 2008, men stillaði upp og var afturvaldur við løgtingsvalið 2011. Síðani 2011 hevur hann verið limur í Løgtingsins fíggjarnevnd.
Bárður Nielsen var grannskoðari hjá P/F Rasmussen og Weihe 1993-2000 og var roknskaparleiðari hjá Kollafjord Pelagic frá 2001. Hann hevur útbúgving sum HD fyrsta part, og hevur tikið nøkur merkonomfak.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- Løgtingið 150 – Hátíðarrit, bind 2 (2002), s. 324. (PDF)
- Tingmenn í stavrøð - Bárður Nielsen
- "Løgtingið - "Bárður á Steig Nielsen"". 2013-07-01. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-07-01. https://archive.today/cOfzJ.