Jump to content

Addis Ababa

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Land: Etiopia
Vídd: 530.14 km²
Íbúgvar (2009): 3 230 771
fyri km²: 6,094/km²
Mál: Amhariskt
Heimasíða: www.addisababacity.gov.et

Høvuðsstaðurin í Etiopia, Addis Abeba (amhariskt; Āddīs Ābebā), er størsti býur í Etiopia. Addis Abeba hevur 3,2 mió íbúgvar. Býurin veksur skjótt, og har búgva mong flóttafólk úr Norðuretiopia og Eritrea. Alt ov fá hus eru til alt fólkið, og eini 20 000 børn eru heimleys. Mong fólk búgva í fátækrabýlingum, har sum hvørki er reint vatn ella toilett. Ikki er óvanligt, at stór húski - eini 8 til 10 fólk - búgva í einum rúmi.


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið